Horvnir víkingar í Føroyum

Nýggj barnabók er júst komin í bókahandlarnar. Heitið er “Raketbrødrene: De forsvundne vikinger” og sum á føroyskum ber heitið “Horvnu víkingarnir”.

Danski miðlamaðurin Preben Dahl hevur skrivað bókina, sum hann fekk íblástur til at skriva, tá hann var á eini ferð í Europu við familjuni.

“Horvnu víkingarnir” er í stuttum um unglingan Jonathan Dam, ið av misgávum finnur út av, at ein gomul røvarasøga kanska er sonn. Tað elvir til hættisliga kapping ímillum nakrar nærlagdar jarðfrøðingar og ein spreingisevnis-elskandi skattaleitara.

Um somu tíð fara “Rakettbrøðurnir” Jonathan og Kristoffer við foreldrum teirra til Føroya í heystfrí. Teir eru ikki í iva um, at her fara teir at njóta lívið. Men ikki gongur altíð sum prestur prædikar, tí við eitt eru teir miðdepilin í eini hættisligari leitan eftir einum risastórum søguligum skatti.

Orsøkin til, at innihaldið alt er úr Føroyum, er, at óvanliga fáar bøkur um Føroyar fáast til donsk børn. Í Horvnu víkingunum fáa tey eitt innlit í náttúruna og menniskjuni, ið har búleikast samantváðað í einum sonnum action-drama við beinagrindum, spreingievni og óreinum búrkroppum.

MYND: Preben Dahl fekk iblástur til bókina eftir eina ferð í Føroyum. Her er hann staddur við Gjógv.