Kvinnan, ið hvarv í Vágum í morgun er ikki funnið enn, hóast stór leiting er sett í verk.
Politiið fekk fráboðan eitt sindur yvir klokkan 10, at ein kvinna møguliga var omandottin við Trælanípuna. Hetta skal vera hent í økinum við Teistarók fram til Rivurnar.
Stór leiting er í hesum sambandi sett í verk. Bjargingartyrla hjá Atlantsflogi og bjargingarbáturin Sverri eru á staðnum fyri at leita. Eisini eru bjargingarfeløg og politistar við hundum á staðnum.
Í løtuni leitar Sverri eitt sindur sunnan fyri Trælanípuna.
Talan er um eitt útlendsk ferðafólk. Hon fylgdist við einum manni, men so bleiv hon vekk, aftaná tey høvdu gingið hvør sær eina løtu, fortelur løgreglan.
Viðkomandi, sum fylgdist við kvinnuni, er í ferð við at blíva avhoyrdur nú.
Drona er eisini á veg á staðið at leita nú.