Horvna gentan: Tyrlan komin aftur til Reykjavíkar

Tyrlan, sum fyrrapartin fór úr Reykjavík við kós móti Polar Nanoq og Triton, er nú aftur í Reykjavík. Tað boðar RÚV frá. Eygnavitni siga tó, at tyrlan varð koyrd beinleiðis inn í hangarin, áðrenn nakar kom úr henni.

 

Servandir løgreglumenn fóru við tyrluni, tá hon fór avstað, men ikki er greitt, um teir, ella nakar annar, hevur verið við tyrluni aftur til lands.

 

Íslendska løgreglan vil framvegis ikki vátta, hvar tyrlan hevur verið ella hvat hon hevur gjørt. Fyrr hevur verið boðað frá, at løgreglumenn vóru settir umborð á grønlendska trolaran í nátt, men so er ikki. Teir vóru settir umborð á danska sjóverjuskipið Triton, sum fylgir grønlendska trolaranum til lands. 

 

Møguliga eru løgreglumenninir, sum fóru við tyrluni fyrrapartin eisini settir umborð á Triton.

 

Polar Nanoq verður væntandi í havn klokkan ellivu í kvøld.

 

Annars hava leitingarfólk í dag leita í Kúagerði, stutt vestan fyri Hafnafjørð, eftir at løgreglan fekk onkrar ábendingar um, at kanska okkurt var at finna har.

 

20 ára gamla Birna Brjánsdóttir hevur verið burtur síðani leygarmorgunin. Hon er seinast sædd á vakmyndum úr miðbýnum í Reykjavík. Seinasta signalið frá telefon hennara kom úr Hafnafirði leygarmorgunin. Mánakvøldið fann íslendska løgreglan skógvar hennara í Hafnafirði.

 

Ein reyður Kia Rio sást á vakmyndunum úr Reykjavík og onkur av manningini umborð á Polar Nanoq, sum um vikuskiftið lá á Hafnarfirði, hevði leigað ein slíkan. Ein reyður Kia Rio sæst eisini á havnalagnum í Hafnarfirði um tað mundi, tá telefonin hjá Birnu Brjánsdóttir verður sløkt.

 

Løgrelgan vil tí hava orð á menninar og tí er Polar Nanoq, sum annars fór úr Íslandi leygarkvøldið, nú á veg aftur til Íslands.