Íslendska løgreglan fer at lata mannin leysan, ið sum tann triði av manningini á Polar Nanoq varð handtikin í samband við, at ein ung kvinna í Íslandi hvarv.
Nú metir løgreglan í Íslandi, at hesin síðsti, ið var handtikin seinni, enn hinir báðir fyrstu, er komin við nøktandi upplýsingum, og verður hann nú latin leysur.
Hinir báðir, ið fyrst vórðu handtikinir, eru fyrr í dag varðhaldsfongslaðir í tvær vikur.
Ein fjórði er handtikin, og verður hildin at hava samband við størri nøgd av rúsevnum - hasji, ið funnin varð umborð á Polar Nanoq, men hesin maðurin verður ikki hildin at hava nakað við málið um horvnu gentuna at gera.