Í málinum um Birnu Brjánsdóttir, sum hvarv í Reykjavík um vikuskiftið, hendir støðugt okkurt nýtt.
Løgreglan í Reykjavík er nú farin undir at hyggja at nýggjum myndum frá vakmyndatólum. Upptøkur, ið nú er komnar undan kavi.
Løgreglan vil onki siga um, hvørt nýggju myndirnar ella upptøkurnar eru úr Reykjavík ella Hafnarfirði.
Løgreglan sigur, at tá tveir mans av grønlendska tolaranum Polar Nanoq vórðu tiknir og varðhaldsfongslaðir. legði løgreglan eisini hald á telefonir og teldlar, og er kanningararbeiðið hesum viðvíkjandi í gongd.