Seinnapartin í dag var líkið av 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttur, sum hevur verið horvin í meira enn eina viku, funnið. Birna hvarv tíðliga leygarmorgunin úr Reykjavík, og síðani hevur verið leitað eftir henni. Líkið var funnið á sjónum við Selvogsvita einar 50 kilometrar sunnan fyri Reykjavík
Tveir mans, sum sigla við grønlendska trolaranum Polar Nanoq, eru handtiknir í málinum undir illgruna fyri morð. Teir høvdu leigað ein bil, sum var sæddur um tað mundið, tá ið Birna hvarv. Seinni hevur løgreglan við biologiskum royndum fingið staðfast, at Birna hevur verið í bilinum.
Íslendska løgreglan sigur nú, at tey eru so at siga fullvís í, at Birna Brjánsdóttur er myrd. Løgreglan kann ikki siga neyvt, hvør deyðsorsøkin var, men tað verður staðfest innan fáar dagar.