Horvin á veg til Norðpólin

Franska kvinnan Dominick Arduin ætlaði sær at gerast tann fyrsta kvinnan, sum megnaði at røkka Norðpólinum uttan hjálp frá øðrum. Eingin hevur frætt frá henni síðani seinasta fríggjadag

Tann 43 ára gamla Domick Arduin fó úr Norðursibiria við kós ímóti Norðpólinum seinasta hósdag. Tað gjørdu fýra onnur eisini, men trý teirra máttu sleppa ætlanini, tá tey komu til opið hav.

Tað vildu Dominick Arduin og ein fransmaður, Frédéric Chamard-Boudet, ikki. Tey valdu at rógva tvørturum, men Frédéric mátti kortini gevast. Men Dominick helt fram. Seinasta fríggjadag boðaði hon frá, at hon var farin til árarnar, men síðani hevur eingin hoyrt frá henni. Tey serkønu hava ikki góðar vónir um hana. Tað frystir 40 stig har á leiðini.

Dominick Arduin hevur búð í Norðurfinnlandi seinastu árini. Hon royndi eisini at ganga til Norðpólin í fjør, men endaði á sjónum, so ein tyrla mátti taka hana upp. Ta ferðina misti hon allar tærnar.