Fýra løgreglufólk vóru til staðar í vikuskiftinum, tá ovastevna varð hildin í Nólsoy. Stevnan gekk lutfalsliga friðarligt fyri seg. Tó so, um trýtíðina ringdi ein maður og bað um hjálp. Hann hevði brákað fótin og visti ikki, hvar hann var. Í fyrstani helt hann seg vera staddan við Skipasmiðjuna í Havn. Løgreglan fór at leita eftir manninum. Hon spurdi seg fyri, og tað vísti seg, at maðurin helst var staddur í Nólsoy. Um fimm-tíðina var hann funnin norðanfyri bygdina. Hann varð seinni fluttur á landssjúkrahúsið.
Illgrunasamur gummibátur
Klokkan hálvgum tvey sunnunáttina varð boðað frá úr Havn, at ein gummibátur, ið helst ikki hevði røttu trygdarútgerðina umborð, fór frá bryggju við ferðafólki til Nólsoyar. Politiið í Nólsoy kom tó ongantíð fram á bátin. Helst hevur báturin vent um. Skipaeftirlitið kannar nú málið nærri.
Seinni um náttina varð løgreglan, sum varð stødd í Nólsoy, biðin um at hjálpa til á bryggjuna, av tí at fólk troðkaðu so illa. Men, sum skilst, fingu tey lokalu vaktarfólkini skjótt tamarhald á støðuni.










