Horvin nunna funnin

Í 1977 burturflutti hernaðarstýrið í Argentina fronsku nunnuna Leonie Duquet. Fyri einum hálvum ári síðani hildu argentinsku myndugleikarnir seg hava funnið leivdirnar av henni, og nú hava DNA-kanningar prógvað, at talan er um ta horvnu nunnuna.

Tað vakti stóran ans um allan heimin, tá Leonie Duquet bleiv burturflutt. Hon arbeiddi saman við kvinnum, sum vildu hava at vita, hvat hernaðarstýrið hevði gjørt við synir teirra. Tað hóvaði ikki stýrinum, og í desember í 1977 bleiv Leonie Duquet burturflutt saman við einari aðrari franskari nunnu, Alice Domon. Hon spurdist heldur ikki aftur.

Í 1990 dømdi ein franskur dómstólur fyrrverandi argentinska herflotayvirmannin Alfredo Astiz lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava burturflutt tær báðar nunnurnar, men Argentina hevur sýtt fyri at senda hann til Fraklands.

Alment hvurvu umleið 13.000 fólk tey árini, hernaðarstýrið hevði valdið í Argentina, men mannarættindafelagsskapir vilja vera við, at tað veruliga talið er tætt við 30.000.