Horvið flogfar funnið á Antarktis

Eitt bjargingarlið kom í morgun fram á vrakið af einum lítlum flogfari, sum hvarv fyrr í vikuni á Antarktis. Bjargingarliðið sigur, at flogfarið er illa farið, og at eingin av teimum trimum kanadiumonnunum, sum vóru við tí, kann vera sloppin við lívinum.

-Vrakið er funnið í einari ógvuliga brattari líð niðan fyri tindin á Mount Elizabeth, og alt bendir á, at flogfarið hevur rent beint inn í líðina, sigur bjargingartænastan í Ný Sælandi, sum hevur samskipað leitingina.

Flogfarið, sum var av slagnum Twin Otter, var´a veg frá Suðurpólinum til ta italsku rannsóknarstøðina Terra Nova Bay, tá neyðsendarin í tí brádliga fór at senda. Tyrlur og flogfør ´oru at leita beinanvegin, men vánaligt veður darvaði leitingina.