Stóra bingjuskipið Horst B, ið ikki er ókent í føroyskum havnum, kemur eisini regluliga á Vág.
Í dag kom Horst B á Vág. Skipið kemur regliga á Vág og leggur at stóra og nokkso nýggja bryggjukantinum í djúphavnini í Vági.
Skipið lastar í Vági bingjur, ið stava frá fiskaframleiðslu í Suðuroynni.
Hóast djúphavnin er stór, og Vágsfjørður stórur og breiður, so fyllir slíkt skip væl í myndini, tá tað kemur á fjørðin og skal venda og snara.
Myndin omanfyri er tikin fyrrapartin í dag.