Horsens vann uttan Hall Hansson

Føroyski landsliðsspælarin skal í skannaran at kanna um hann hevur eitt møðibrot

AC Horsens mátti verða Hall Hansson fyriuttan, tá teir á útivølli í dysti í donsku superliguni vunnu 1-0 á Lyngby. Kim Aabech skoraði sigursmálið uppá brotsspark, tá 70 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Sigurin ber við sær, at AC Horsens er á tí sera týðandi sætta plássinum í superliguni. Seks tey ovastu liðini sleppa víðari til endaspælið, tá tey 14 liðini hava avviklað 26 umfør.

 

Hallur Hansson skal skannast. Kannast skal um Hallur hevur eitt møðibrot ella broysknisbrot, sum tað eisini verður nevnt. 

 

Fýra umfør eru eftir at avgreiða í donsku superliguni áðrenn vetrarsteðgur verður.

 

Støðan í donsku superliguni, har bæði liðið hjá Brandi H. Olsen, Randers FC og AC Horsens eru millum seks tey ovastu liðini : 

 

1FCK17     120     38:741
2Brøndby16952  36:1332
3Midtjylland1685336:1929
4Randers FC1685322:1629
5Lyngby1783618:1627
6AC Horsens1766521:2624
7SønderjyskE1665520:2223
8AaB1754816:2419
9Nordsjælland1645723:2917
10AGF1645720:2617
11Silkeborg1637618:2916
12Viborg16331017:2612
13OB1625913:2611
14Esbjerg1625917:3611