Horsens greiðir klaksvíkingum frá sínum royndum

Fríggjadagin 27. mei 2005 kl 14.00 verður almennur fyrilestur í býráðshøllini í Klaksvík, har mentanarleiðarin í Horsens, Hanna Damgaard, greiðir frá um tann nýggja býin Horsens, sum seinnu árini hevur fylgt eini miðvísari útbyggingarætlan, har mentanar- og ungdómspolitikur hevur verið ovarlaga raðfestur

Klaksvíkar býráð hevur boðið Honnu Damgaard at koma til Klaksvíkar at kunna um verkætlanina hjá Horsens, sum ikki er ?liðug? enn, har mentanar- og ungdómspolitikur hevur verið ovarlaga raðfestur.

Ein av høvuðspersónunum í verkætlanini er Hanna Damgaard, kulturchef. M.a. Danske Bank nýttir hana til kveikingarfundir at kunna um hvussu ein ?skilagóður býur? skipar seg til frama fyri vinnuna og býin annars við einum livandi mentanar- og ungdómspolitikki.

Tað eru gjørdar alskyns mátingar um nyttuvirðir og árin annars av skipaðu útbyggingini av býnum, sum øll peika tann rætt vegin.

Í ?síni tíð?, var Horsens kendur sum ?eitt hol í jørðini? og umtalaður sum slíkur. ?Byen, der fængslede?; vegna Horsens Statsfængsel. Í kjalarvatninum av hesum var nógvur harðskapur og lítið og einki felagslív ella skipað mentanarlív.

Býurin er seinnu árini nógv broyttur. Býráðsleiðslan hevur skipað og tilætlað gjørt og fylgt eini útbyggingarætlan, har mentanar- og ungdómspolitikur hevur verið ovarlaga raðfestur. Í almennu pressuni kann Horsens breggja sær av hesum útsøgnum: ?Århus er forstad til Horsens? Borgarstjóri í København: ?Vi vil være som Horsens?. Paul McCartney vil vera í Horsens, tá ið hann er í Danmark.

Sum nevnt, hevur Klaksvíkar býráð boðið Honnu Damgaard at koma til Klaksvíkar at kunna um verkætlanina. Fyrilesturin verður í býráðshøllini: fríggjadagin 27. mei 2005 - kl 14.00.