Horntónleikur í Glyvra kirkju

Kórkonsert

 

Leygarkvøldið 8. desember hava Nes sóknar Musikkfelag og Havnar ungdomshornorkestur felags konsert í Glyvra kirkju. Leiðari hjá báðum orkestrunum er musikklærarin Ken Jones.

Í Havnar Ungdómshornorkestri eru 17 spælarar, sum allir eru næmingar hjá Ken. Orkestrið er sostatt sett saman av sera ungum spælarum, sum tó ikki eru óroyndir. Tey hava m. a. verið bæði í Noregi og í Aberdeen og spælt. Tey fyrireika eina ferð til París í summar, so sigast má, at hesir ungu blásarar fáa altjóða royndir.

Nes sóknar Musikkfelag er sett saman av spælarum úr bygdunum kring Skálafjørðin. Har eru bæði ungir og eldri spælarar, frá 11 ? 71 ár, og tilsamans eru tey 25. Orkestrið spælir regluliga til mong ymisk tiltøk: stevnur, hátíðarhald, konsertir og tendring av jólatrøum. Nes sóknar musikkfelag var í 1999 á konsertferð í Skotlandi.

Á konsertini fara orkestrini fyrst at spæla hvør sína skrá við jólatónleiki, og endað verður við at felagsorkestur, sum tá telur yvir 40 spælarar, spælir 2 løg.

Konsertin í Glyvra kirkju verður leygarkvøldið 8. desembur kl. 19.