Hornorkestur á vitjan

Í døgunum 20. - 23. september 2007 kemur norska hornorkestið OSLO 3. korps á føroyavitjan.

Talan er um eitt av mongu hornorkestunum hjá Frelsunherinum í Noregi. Orkestrið vitjar Hornorkestur Frelsunarherins í Tórshavn. Samstarvið kom í lag, eftir at hornorkestrini spældu saman í Íslandi á sumri 2004.


Í ferðalagnum verða 33 fólk, herav 25 hornspælarar. Leiðari og dirigentur hjá Oslo 3. korps hornorkestri er Mattias Wallin. Hornorkestrið hevur eitt spennandi program, ið fevnir um marchir, solo’ir og eisini einum manskóri.


Við á ferðini eru fleiri leiðarar í Frelsunarherinum í Noreg, og her millum eisini kommandør Thorleif Gulliksen, ið áður hevur verið leiðari fyri Frelsunarherin í Europa. Herumframt er ein svenskur euphoniumspælari, Michael Ljungholm, ið fer at spæla solo á konsertunum. Ferðin til Føroyar er stuðlað av Nordisk Ministerråd.


Konsertir 


Í sambandi við vitjanina verður skipað fyri felagsvenjing og felagskonsert. Fríggjadagin 21. september kl. 19.30 verður konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík. Umframt Oslo 3. korps hornorkestur luttaka hornspælarar og sangarar úr Frelsunarherinum í Tórshavn. Hornorkestrini fara eisini at spæla tvey felagsløg.


Leygardagin kl. 13.30 spælir Oslo 3. korps á torginum í SMS. Um viðrar verður gingið í skrúðgongu niðan á trapputrøðna. Leygarkvøldið kl. 19.30 er konsert í Frelsunarherinum, Tórsgøta 19. Sunnumorgunin kl. 11 luttekur orkestrið á møtinum hjá Frelsunarherinum í Tórshavn, tá sang og musik guðstænasta er á skránni.


Ferðalagið fer avstað aftur seinapartin sunnudagin. Tiltøkini eru ókeypis og øll eru vælkomin at lurta.