Anti-terrorpakkin
Birthe Rønn Hornbech rættarpolitiski framsøgumaðurin hjá Venstre tekur als ikki undir við nýggja anti-terrorpakkanum hjá stjórnini. Hon segði í tíðindasendingini hjá Danmarks Radio, at hetta eru so umfatandi broytingar í rættarsamfelagnum, at vandi er fyri at Danmark verðue ein politistatur, og so hava yvirgangsfólkini vunnið.
Birthe Rønn Hornbech var ríkisfúti, áðrenn hon fór upp í politikk, og síðan hon kom í fólkatingið, hevur hon verið vararíkisfúti. Hon vísti á, at løgreglan í Glostrup hevði megnað at tikið ungar menn menn við yvirgangsætlanum uttan hesi eyka amboð. Hon segði somuleiðis, at tú ikki fært steðga yvirgangi við at seta myndatól upp, ella við at lurta eftir telefonsamrøðum. Hornbech helt, at man skal vera varðin við, hvørji frælsir man tekur frá borgaranum, tí prísurin kann vera ov høgur.
Eisini fólkatingslimurin hjá Venstre Jens Rodhe sigur við TV2, at hann er í iva um, hetta er rætta leið at ganga, serliga er hann ímóti myndatólunum, ið skulu setast upp kring Danmark.
Í donsku fjølmiðlunum hava fleiri serfrøðingar innan yvirgang, og løgfrøðingar funnist hvassliga av lóggávuni, fyri at vera ov víttgangandi og fyri ikki at loysa teir veruligu trupulleikarnar.
Stuðul frá Sosial Demokratunum
Vinstri vongur í donskum politikki SF og Enhedslisten finnast harliga at anti-terrorpakkanum, tað sama gera tey radikalu. Men Sosial Demokratarnir eru opnir og jaligir mótvegis uppskotunum, og men taka ikki nakra støðu, fyrr enn tey kenna meira til rapportina, framsøgumaðurin í rættarmálum Morten Bødskov rósar tó stjórnini fyri at hava tikið hetta mál upp. Eisini Dansk Folkeparti stuðlar anti-terrorpakkan, men heldur ikki uppskotini vera nóg víttgangandi. Í fíggjarlógarsamráðingunum, sum endaðu í nátt, megnaði Dansk Folkeparti at fáa játta 130 milliónir til stríðið ímóti yvirgangi, og við hesum er møguleiki fyri, at fleiri av uppskotunum í anti-terrorpakkanum kunnu setast í gongd heilt skjótt.