HANDIL
Turið Kjølbro
At reka handil er alt ov bundið, sigur Gustav Samuelsen, sum seinast í januar snarar lykilin um í Hornabúðini í Havn fyri seinastu ferð
Seinnu árini eru nógvir handlar í Havn latnir aftur, handlar, sum hava verið til í mong, mong ár. Nú er túrurin komin til matvøruhandilin Hornabúðina í Havn, ið eisini selur proviant til skip. Hesin handilin, ið liggur í Hornabø og hevur havt opið í 34 ár, letur aftur seinast í hesum mánaðinum. Gustav Samuelsen eigur og rekur handilin. Pápi hansara keypti handilin fyri 34 árum síðani og Gustav hevur øll hesi árini verið í handlinum. Nú er tíðin komin at gevast, heldur hann.
- At reka handil er alt ov bundið. Eg havi arbeitt í handli síðani eg var fimtan ára gamal. Arbeiðsdagarnir eru langir, eg arbeiði ofta allar dagarnar í vikuni, og tað er alt ov møðsamt í longdini, sigur Gustav Samuelsen.
At lata handilin aftur nú er ikki ein knapplig avgerð. Afturlatingin hevur verið fyrireikað í fleiri ár, nógv vøra er útseld, og starvsfólkini í handlinum, sum í løtuni eru trý í tali, hava somuleiðis vitað av avgerðini.
- Tað eru nógv ár síðani, at eg gjørdi av at lata aftur, tá ið eg gjørdist 55 ár. At eingin tímir at halda fram við handlinum, er tí, at bakarí og oljusølur hava opið so leingi. Handilin hjá okkum hevur altíð gingið væl, men treyðugt so merkja vit væl til, at aðrir handlar hava opið leingi. Sølan av vanligum handilsvørum er seinnu árini vaksin ógvuliga fitt eftir vanliga upplatingartíð. Fólk vilja sleppa til handils um kvøldið eftir øllum at døma. Tað snýr seg um at laga seg eftir teirri gongdini, men tað havi eg ikki áhuga í ella hug til, sigur Gustav Samuelsen.
Handil hevur verið í Hornabúðini fyrr.
- Tað er sjálvsagt við blandaðum kenslum, at vit lata aftur, men eg gleði meg til at sleppa at liva eitt vanligt lív. Havi havt frítíðarítriv, sum eg havi havt ov lítla tíð til. Nú gleði eg meg til at sleppa at brúka meiri tíð uppá bátin til dømis. Men fyrst fari eg at læra meg at slappa av, sigur Gustav Samuelsen.
MYND: GUSTAV SAMUELSEN
Myndatekstur: - Fólk vilja sleppa til handils um kvøldið. Tað snýr seg um at laga seg eftir teirri gongdini, men tað havi eg ikki hug til, sigur Gustav Samuelsen, handilsmaður
Mynd: Jan Müller
MYND: HORNABÚÐIN
Afturlatingin hevur verið fyrireikað í fleiri ár, nógv vøra er útseld, og starvsfólkini í handlinum, sum í løtuni eru trý í tali, hava somuleiðis vitað av avgerðini. Mynd: Jan Müller