Horisont skar inn á bein

Kjakið hevur verið heitt, síðani Horisont hjá DR viðgjørdi undirskotið av kvinnum í Føroyum. Summi halda, at sendingin Kvindeflugt fra Færøerne var misvísandi og skaðilig. Vit hava biðið Annfinn Heinesen, sum legði sendingina til rættis, viðmerkja sendingina og kjakið, sum hevur verið. Les her, hvat Annfinnur skrivar um Horisont

"Jú, gamaní eg kann væl viðganga, at sæð úr einum føroyskum sjónarhorni var handan søgan kanska eitt sindur tunn í støðum. Men føroyingar eru jú serfrøðingar í Føroyum, ikki so? Og tí verða vit vónsvikin, tá DR ikki brúkar meira tíð og orku uppá at greina málið út í æsir. Men vit mugu hava í huga, at sendingin var ikki gjørd til eitt føroyskt publikum. Hon var gjørd til eitt danskt. Tað snúi seg ikki um allar kvinnurnar, sum halda tað var ordiliga deiligt at búgva í Føroyum, tí tað er ikki tað, sum vanligi danskarin tímur at hyggja eftir. Syrgiligt, men satt. Tey vilja nógv heldur hoyra søguna um, hví føroysku kvinnurnar rýma og kanska ongantíð koma aftur, meðan aðrar kvinnum úr fremmandum londum koma í teirra stað og møta kærleikanum hjá knæbóndanum í Klaksvík. Tað er dramatiskt og kensluborið og sjónvarpsvinarligt - ein væl spískaður høvuðsvinkul, sum ein og hvør kann fyrihalda seg til, tí søgan er einfalt fortald - við góðum cases, sum skera inn á bein og gera problematikkin púra greiðan.
Hetta rokið snýr seg millum annað um, at folk hava misskilt tað journalistiska arbeiðslagið og hava órealistiskar vónir til, hvat uppgávan hjá fjølmiðlunum er. Hetta er ikki djúp og breið gransking, hetta er journalistikkur, sum velur at viðgera ein áhugaverdan, men avmarkaðan part av tí stóra sosiala veruleikanum. Journalistikkurin gevur okkum ikki svarini, hann setir bara nakrar viðkomandi spurningar, sum til dømis um kvinnur úr eysturlondum eru ein partur av loysnini uppá okkara demografisku trupulleikar? Ella um hvørjar nýggjar tendensir og møguleikar vit eisini finna í Føroyum? Onkur spurdi heldur speiskliga, um ”Dímunarkonan” var umboðandi fyri allar kvinnur í Føroyum!? Nei, og tað var so sanniliga heldur ikki meiningin. Ein væl lærd ung kvinna, sum flytir heim úr útlondum at búgva og bóndast á útoyggj, er faktiskt eitt mega-modernað og spennandi boð uppá ein nýggjan samansettan lívsstíl millum siðbundna vinnu og alternativa vinnu. Tí bleiv hon biðin. Og Høvdavirkið og Koks vóru vald eftir sama leisti. Tað snúi seg um fisk og seyð og mat uppá ein nýggjan, men FØROYSKAN máta.
Summi vóru eisini so ræðuliga ónøgd við, at vit ikki vístu meir av tí pulserandi býarlívinum. Men við høvuðssøguni og málbólkinum í huga valdu vit tilvitað ikki at fara til Havnar at filma ungar heimsborgarar, sum gingu á konsert og kafé. Tað kundu vit gott, men tað hevði ikki verið so forkunnugt fyri tann danska hyggjaran. Í einari sending sum Horisont vil hyggjarin sleppa inn í fremmandar mentanir, sum ikki líkjast teirra egnu. Tey vilja síggja alt tað við Føroyum, sum Danmark IKKI er. Og her er tað at fjøll, fiskur og bygdafrell sum fletta koma til sín rætt.

Um føroyingar og kjakið
At føroysku kvinnurnar rýma og ikki koma aftur hevur ræðuliga leingi verið allarovast á dagskránni í Føroyum bæði hjá politikarum og granskarum og fjølmiðlum. Tað er altso ikki nakað, sum danir hava funnið uppá. Men hví blíva føroyingar tá so særdir av, at DR brúkar 25 minuttir uppá at viðgera ein demografiskan veikleika, sum vit sjálvi hava meylað um í áravís!? Vit kunnu eftir øllum at døma saktans kritisera okkum sjálvi og hvønnannan, men her skal eingin ANNAR koma og róta í okkara trupulleikum - og so slettis ikki danskararnir! Man tað verða eitt sovorðið kolonialt minnilutakompleks? At vit tráa eftir viðurkenning frá móðir Danmark, og tí blíva særd, um hon ikki bara sigur okkurt gott?
Onkur helt í ramasta álvara, at nú fóru enn færri kvinnur at koma heim aftur, tí Horisont hevði stygt tær burtur við ræðumyndum úr Føroyum. Ongar myndir av býarfólkum á kafé, bara myndir av fiski og fugli og bygdafrellum sum fletta. Kanska tað ikki er heilt av leið, at danskir miðlar mest koma rennnandi, tá tey vilja lysa okkurt minni sjarmerandi trekk við Føroyum. Og eg skilji eisini væl, at fólk eru troytt av hesum einføldu myndunum av føroyingum. Men kanska mugu vit bara viðurkenna, at tað er ein gamal og inngrógvin partur av koloni-søguni um allan heim, at móðirlond tekna stereotypur av hjálondum. Hví taka vit ikki handan definisjóns-kampin sjálvi? Jú álvaratos, skal tað kanska leggjast upp í hendurnar á einum útlendskum sjónvarpsliði at branda Føroyar, so fólk skulu tíma at verða her? Er tað ikki okkara egni trupulleiki og okkara egna ábyrgd? Er tað ikki okkara egna ábyrgd at fortelja øðrum, hvussu gott tað er í Føroyum og vísa teimum alternativu søguna um, hvat ein føroyingur kanska eisini er? Hvussu ber tað til, at vit við okkara særdu kenslum ferð eftir ferð geva øðrum so stórt vald at definera, hvørji vit eru? Er tað tí, vit ikki vita tað sjálvi og hava brúk fyri einum spegli uttanífrá? Huff, eg vildi ynskt, at vit bara kundu hvílt í okkum sjálvum og í sjálvsmyndini av, at ein føroyingur kann verða so nógv ymiskt. So høvdu vit heldur ikki havt so stóran tørv á viðurkenning uttanífrá. Og so høvdu vit sikkurt eisini verið eitt sindur fittari við hvønnannan og havt eina meira siviliseraða kjakmentan, tí vit ikki vóru so bangin fyri meiningunum hjá hvørjum øðrum.
Tá ein ung kvinna í Keypmannahavn vágar sær at kalla okkara samfelag konservativt og mansdominerað, so flippa summi totalt út á facebook og uppføra seg næstan sum teir óðu muhammedsmennirnir, tá profeturin gamli bleiv teknaður. Hon er í sínum góða rætti til at siga sína hjartans hugsan, er hon ikki tað? Men hví verður hon so viðfarin sum ein landasvíkjari? Kundi hesin hugburður kanska verið ein av orsøkunum til, hví hon, og so nógvar við henni, fóru á sinni, og ongantíð koma heim aftur?
Á sama hátt hava fleiri ill fólk gjørt seg inn á meg persónliga, bara tí eg legði sendingina til rættis, soleiðis sum journalisturin og redaktørurin vildu hava hana. Tað er jú púra klikkað. Eg havi bara passað mítt arbeiði! Sjálvandi blívi eg illa við av sovorðnum. Men eg haldi eisini at kjak er gott og neyðugt fyri fólkaræðið, og í so máta var Horisont ein væleydnað sending. Kritikkur nýtist ikki at verða niðurbrótandi, kritikkur kann eisini verða broytandi til tað betra.
Og tíbetur havi eg ongantíð sjálvur ivast í, um eg skuldi flyta heimaftur ella ikki. Tí í Føroyum fái eg tað, sum eg ikki kann fáa nakra aðrastaðni í heiminum. Eg elski fjøru og fjøll, fisk og føroyskan dans, og eg skal bæði hava bát og seyð, men eg elski eisini sjónleik og tónleik og kanska eisini ein einkultan kaffilatté í kontórshavn í ny og næ. Ti í Føroyum ber alt til, bara man vil. Og ta myndina av mínum heimlandi kann ein tilvildarlig sjónvarpssending undir ongum umstøðum órógva. Av tí sama stendur eisini konteynarin í túninum um 3 vikur…"