Hópurin til menningarkapping í Bosnia úttikin

Sigtór Petersen, venjari hjá U16-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum í apríl mánað skal til UEFA menningarkapping í Bosnia-Hersigovina

Sigtór Petersen er venjari hjá U16-landsliðnum við gentum - Mynd: Bjarni Enghamar

Sigtór Petersen, venjari hjá U16-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum í apríl mánað skal til UEFA menningarkapping í Bosnia-Hersigovina. Tríggir landsdystir eru á skránni, tá U16-landsliðið við gentum í døgum 3. til 11. apríl fer til Bosnia-Hersigovina, har UEFA menningarkapping er á skránni.

 

Sigtór Petersen er venjari hjá føroysku gentunum, og hann hevur nú kunngjørt hópin til kappingina í Bosnia-Hersigovina. Og talan verður um sterka mótstøðu, tí umframt Føroyar og vertslandið, vera Slovenia og Norðurmakedónia eisini við í kappingini.

 

Hópurin:

 

Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36

 

Natalia Dansdóttir Olsen, EB/Streymur

 

Brá Zachariasardóttir, FC Hoyvík

 

Anna Stórá Carlsen, HB

 

Borghild Debes Dánjalsdóttir, HB

 

Katrin Hansen, HB

 

Mira Bendix Laursen, HB

 

Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB

 

Helena Dahl Magnusardóttir, HB

 

Ró Reginsdóttir, HB

 

Vár Johannesen, KÍ

 

Elspa Maria Zachariassen, KÍ

 

Helga Mikkelsen, NSÍ

 

Ingrið Berg Rasmussen, Skála

 

Jakobina Bergsdóttir, Skála

 

Katarina Berg Mikkelsen, Skála

 

Silja Maria Smedemark, TB

 

Hildigunn Steinhólm, Víkingur

 

Eydna Olsen Dalheim, Víkingur

 

Fríða Magnussen, Víkingur

 

Skráin:

 

5. apríl Slovenia – Føroyar

 

7. apríl Bosnia-Hersigovina – Føroyar

 

10. apríl Føroyar – Norðurmakedónia

 

Sigtór Petersen er venjari hjá U16-landsliðnum við gentum - Mynd: Bjarni Enghamar