Hópurin til EM úttikin

Eyðun Klakstein, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 4. til 13. oktober skal til EM-undankapping í Eysturríki

Eyðun Klakstein, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 4. til 13. oktober skal til EM-undankapping í Eysturríki. Slovenia, Eysturríki og Kosovo verða føroysku mótstøðuliðini, tá U17-landsliðið við dreingjum í døgunum 4. til 13. oktober skal til EM-undankapping í Eysturríki.

 

Eyðun Klakstein stendur á odda fyri liðnum, og saman við hjálparvenjaranum, Fróða Benjaminsen, hava venjararnir nú kunngjørt hópin, ið er úttikin til komandi kapping.

 

Føroyar leggja fyri ímóti slovenum tann 6. oktober. Tríggjar dagar seinni er vertslandið mótstøðuliðið, og seinasti dysturin, sum er móti Kosovo, verður spældur 12. oktober. Ferðalagið verður heima aftur beint eftir middag mikudagin 13. oktober.

 

Hópurin:

 

Nóa Eyðsteinsson, 07 Vestur

 

Carl Mikkelsen, B36

 

Marius Allansson, B36

 

Bartal Páll Klein, B36

 

Svend Danielsen, B68

 

Hanus Højgaard, B68

 

Suni Herman Petersen, B71

 

Hans Pauli á Bø, EB/Streymur

 

Thomas Bjørn Miezan, HB

 

Dávur Heinesen, KÍ

 

Sølvi Johannesen, KÍ

 

Jóhan Josephsen, KÍ

 

Jón Petur Thomsen, NSÍ

 

Teitur Knudsen, NSÍ

 

Ervin Rasmussen, Skála

 

Oliver Thomsen, TB/FCS/Royn

 

Bjørn Bjarkhamar, Víkingur

 

Ingi Arngrímsson, Víkingur

 

Tveir dystir móti Gibraltar

 

U17-landsliðið var fyrr í mánaðinum í Gibraltar, har liðið spældi tveir venjingardystir. Úrtøkan gjørdist ein javnleikur og eitt tap. Í fyrra dystinum vunnu heimadreingirnir 2-1. Føroyska málið skoraði Suni Herman Petersen. Í seinna dystinum gekk betri, og úrslitið bleiv javnleikur 2-2. Málskjúttar hjá Føroyum vóru Hanus Højgaard og Marius Allansson.

 

– Spælararnir hava ikki spælt altjóða dystir í næstan tvey ár, og tí var tað sera kærkomið at fáa hesar venjingardystirnar. Tað var eyðsýnt, at liðið hevði brúk fyri hesum dystunum, og tað kendist gott at koma í gongd aftur við at spæla landsdystir.

 

– Vit spældu tveir javnar og góðar venjingardystir, har allir í hópinum fingu høvi at royna seg. Næstu vikurnar halda vit fram við fyrireikingini til eina spennandi og krevjandi kapping í Eysturríki, segði Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.