Ein fyrrverandi løgreglumaður hevur sambært teilendsku løgregluni lopið á ein barnagarð og skotið kring seg. Tað skrivar tíðindastovan Reuters. Sambært Reuters hevur ein ónevndur talsmaður frá løgregluni upplýst, at 31 eru deyð.
Sambært løgregluni hevur illgerðarmaðurin dripið bæði børn og vaksin á stovninum. Leitað verður eftir illgerðarmanninum, sum sambært løgregluni enn er leysur.
Illgerðarmaðurin hevur nýtt bæði skotvápn og knív í álopinum, upplýsir løgreglan sambært tíðindastovuni AFP.
Fyrstu boðini siga einki um, hvat er farið fram, ella um illgerðarmaðurin hevur nakað samband við stovnin.
Løgreglan umtalar ein illgerðarmann,men tað er ikki upplýst, um tað er útilokað, at onnur hava verið við í álopinum.
Talan er um ein dagstovn í Nong Bua Lamphu í norðrara parti av Teilandi, upplýsir teilendska stjórnin.
/ritzau/Reuters
##med2##












