Hoppidillan ikki orsøkin

Hóast politiið higartil hevur arbeitt út frá Hoppidilluni, sum orsøkina til druknivanlukku í Noreg, stenur nú fast, at tað var ikki orsøkin.

Hóast politiið higartil hevur arbeitt út frá Hoppidilluni, sum orsøkina til druknivanlukku í Noreg, stenur nú fast, at tað var ikki orsøkin.

 

Nordlys skrivar nú seinnapartin, at tað var ikki Hoppidillan sum førdi til eina druknivanlukku í Norðurnoregi í gjárkvøldið.

 

Tað er talsmaðurin í Hadsel, Kjell-Børge Freiberg, sum er kunnaður um druknivanlukkuna seint fríggjakvøldið.

 

Hann kunnaði síðani kommunala tilbúgvingina, men higartil er kreppuhjálpin ikki innkallað.

 

Men kommunan stendur klár at hjálpa, skuldi tað gjørst neyðugt, sigur Freiberg.

 

Talsmaðurin hevur verið í óbeinleiðis samskifti við familjuna. Tey hava havt eitt ynski um, at vanlukkan einki hevur havt við Hoppidilluna at gera, ið heur breitt seg sum farsótt í Norðurnoreg seinastu tíðina.

 

- Eg havi kensluna av, at hendan svimjingin einki hevur við nomineringina í sosialu miðlunum at gera. Kvinnan var í staðin ein íðin íssvimjari, sigur Kjell-Børge Freiberg.

 

Upplýsingin kemur eitt sindur óvart á sýslumannin, Per Erik Hagen.

 

- Soleiðis, sum støðan var fríggjakvøldið, var tað nærliggjandi at hugsa, at tað snýr seg um tað, sum gongur fyri seg í sosialu miðlunum. Men er nakað í tí, sum talsmaðurin sigur, er tað sjálvandi nakað, vit taka við í víðari kanningunum, sigur Per Erik Hagen.