Hoppi-aldan er ein gáta

Eingin veit veruliga, hvat gongur fyri seg, tá ein rørsla av hesum slag byrjar, sigur sálarfrøðingur um flóðalduna av sjókavarum, sum hevur skolað um landið seinastu vikuna

 

 

Seinastu vikuna hevur so nógv tað størsta samrøðuevnið kring landið verið flóðaldan av sjókavarum, sum í stríðum streymi hava lagt videobrot av sínum brøgdum út á Facebook.

 

Fleiri hava ivaleyst hugsað sítt um, hvat tað er, sum gongur fyri seg. Um føroyska tjóðin er rakt av eini kollektivari psykosu, ella um okkurt heilt annað gongur fyri seg?

 

Helgi Rasmussen er sálarfrøðingur, og hann hevur eisini havt sínar tankar um tað, sum gongur fyri seg. Men hann sigur, at hann als ikki hevur nakað svar upp á spurningin.

 

- Visti eg tað, so visti eg eisini, hvussu tú byrjar eina hóprørslu, er fyrsta viðmerkingin, tá vit seta Helga spurningin.

 

- Hóast nógv hava granskað spurningin, so er tað eingin, sum kennir svarið uppá, hvussu tú setir eina slíka rørslu ígongd. Og vit vita heldur ikki so frægt, sum hvør tað var, ið byrjaði hetta her á landi, sigur Helgi Rasmussen.

 

- So ella so inniheldur hetta tó eina rúgvu av komponentum, sum raka okkum positivt, og onkursvegna gevur hetta eitt kollektivt kick. Hetta er jú eitt sindur vanvittugt, eitt sindur vandamikið, eitts sindur samleikaskapandi, har vit eru nakrir víkingar, sum tora, og á tann hátt liggur kanska eitt sindur av hetjudyrkan í hesum. Og so verður alt gjørt við einum stórum smíli. Hetta er jú humor av 1. flokki, og tað er kanska tað týdningarmesta.

 

- Tí her er einki upp á spæl sum so. Antin gert tú nakað, sum er stuttligt, ella fært tú eina fína uppliving við einum vinfólki, so her er einki at tapa, sigur Helgi Rasmussen.

 

- Og so er tað eisini sera áhugavert, hvussu skjótt hetta er blivin ein dilla. Frá at vera púrasta ókent, hava fólk í fleiri dagar nú staðið í bíðirøð á ymsu kajkantunum, og tá eru tað so nakrar aðrar mekanismur, sum traðka inn. Ikki minst takkað verið Facebook.

 

- Tá kunnu vit so royna at seta meira og minni klók orð á tað: Samleikaskapan, hetjudyrkan og annað, sum eg nevni omanfyri. Og sjálvandi er tað eisini nakað av bólkatrýsti, har tú ert ein kyllingur, um tú ikki ert við. Men tað er ikki har, at gátan liggur. Hon liggur í spurninginum, hvussu ein slík rørsla byrjar. Tað er tað eingin, ið veit. Var ein frymil fyri hesum, so vóru helst fleiri marknaðarfólk, sum langt síðani høvdu gjørt sær dælt av tí, sigur Helgi Rasmussen.

 

Helgi vísir samstundis á, at tað í eini slíkari hóprørslu er sera týðandi, at vit eisini hava nøkur, sum ikki eru við.

 

- Vit hava sæð eitt nú Heðin Mortensen og Kaj Leo Holm Johannesen boðað frá, at teir ikki tíma hetta, og tað er fínt. Tá hava vit nakrar markørar í samfelagnum, sum tora at siga nei. Hevur tú ikki tað, so er talan um nakað heilt annað, har eingin torir at steðga tí, sum meirilutin ger. So partvíst er hetta eitt sunt tekin, og samstundis er tað ein fortreyt fyri spenninginum, tá avbjóðingin verður send víðari, sigur Helgi.

 

Sjálvur hevur Helgi ikki lopið á sjógv enn. Hann sigur, at enn hevur eingin tilnevnt seg!