Felagið føroyskir peningastovnar boðar frá, at hjá fleiri lønmóttakarum er lønin framvegis ikki komin á konto. Hetta hóast hon er farin av konto hjá arbeiðsgevarunum.
Víðari sigur felagið, at arbeitt verður við at loysa trupulleikan, og lønmóttakarar, ið enn ikki hava fingið sína løn, hava hesa á konto í morgin - leygardagin - ella í seinasta lagi mánadagin.










