Teir báðir Steen Rói og Ragnar, sum manna bólkin Swangah, høvdu eina stóra uppgávu á Summarfestivalinum hóskvøldið. Teir skuldu nevniliga enda kvøldið á stóra pallinum á Vágsbøi. – Hatta var fantastiskt. Tað ber ikki til at seta orð á hvussu stór hendan upplivingin var fyri okkum, sigur Steen Rói.
Seinastu mongu árini hava fyrireikararnir av Summarfestivalinum skipað soleiðis fyri, at tónleikurin í størstan mun er til tey ungu hóskvøld. Soleiðis varð eisini í ár. Fyrsta konsertin á stóra palli var við bretanum Mika, sum leveraði eitt ordans poppbrak. Síðani vóru tað rappararnir úr Havn, sum fingu møguleikan at enda ballið á Vágsbøi hetta hóskvøldið.
Ragnar og Steen Rói hava av álvara gjørt um seg seinastu árini, og nú fingu teir so møguleikan at spæla á stóra pallinum á Summarfestivalinum.
• Tað er nógv trýst á til eina slíka konsert. Hetta er uttan iva størsti pallurin vit hava verið á, so tað er nakað heilt serstakt, siga Steen Rói og Ragnar.
Teir báðir eru vanir við at standa tætt við áskoðararnir, og tað hjálpir nógv, tí teir báðir eru nevniliga ógvuliga fjálturstungnir áðrenn eina stóra konsert.
• Vit ristast um allan kroppin áðrenn vit skulu inn. Men tá vit so síggja, at áskoðararnir eru við okkum, so gongur tað yvir aftur, siga Steen Rói og Ragnar.
Steen Rói og Ragnar vistu ikki at siga hvussu nógv fólk vóru til konsertina at byrja við, tí teir sóu ikki út á bøin fyri ljósunum á pallinum. Men tá ið øll ljósini tendraðu, og man sá allan vágsbø, vóru teir ovfarnir.
- Tá vit sóu fólkini gjørdist vit púra paff, og góvu tí alt sum vit høvdu, sigur Steen Rói.
Føroyar ikki hoyrt slíkt rapp áður
Swangah gjørdist beinan vegin ein tann best umtókti bólkurin í landinum millum tey ungu, og við provokerandi tekstum og vælsvingandi rapptónleiki hava teir sligið sítt navn fast.
- Føroyar hava ikki hoyrt rapp sum hetta áður. Vit brúka orðaspæl og eru erligir, og vit leggja ikki fingrarnar ímillum, siga teir báðir.
Fyri stuttum góvu teir út eitt nýtt lag við heitinum "Øll í mínum sikti", har teir søgdu sína hjartans hugsan um kendar føroyingar - serstakliga aðrar tónleikarar.
• Vit gera tað ikki tí vit vilja vísa, at vit tora. Vit vilja heldur ikki spilla nakran út. Vit vilja bert siga okkara hugsan um samfelagið, og tey evni, sum vit taka upp, siga Steen Rói og Ragnar.
Teir báðir vísa á, at teir nýttu nógv ár at skriva tekstir og hugsa um sínar boðskapir, áðrenn teir vóru til reiðar at geva sangir út til almenningin at hoyra.
Men nú eru teir vísir í, at tað er neyðugt at vera erligur fyri at gera ein góðan sang, og teir fegnast um, at so nógv hava tikið teirra boðskapir til sín.










