Neysting savnar inn við hópfígging. Verkætlanin Neysting, sum var frammi seinast í 2018 við nýhugsaðu verkætlanini »BátaBólið«, sum er reiv úr føroyskari ull við íblástri frá róðrarbátinum, sum kann heingjast upp inni í føroyskum neystum, roynir nú hópfígging til tess at fremja verkætlanina.
Tað verður gjørt fyri at skapa grundarlag fyri at fara í gongd við upplivingum niðri á Møl í Froðba í summar.
Í tíðindaskrivi siga fyrireikararnir, at toymið handan Neysting nú er klárt við einari fulfíggjaðari heildaruppliving á náttúruvakra staðnum niðri á Møl. Tey ætla at endurreisa eitt neyst at hava wc- og baðifasilitetir í umframt at leggja til rættis bálstað at gera mat á og innrætta BátaBólið og neystið við øllum hentleikum til gestirnar.
##med2##
Neysting ynskir við verkætlanini at varðveita siðsøguligu neystini sum arkitektoniskan mentanararv, at varpa ljós á okkara mentanararv í heila tikið umframt at varpa ljós á samleika okkara sum tjóð, skriva tey í tíðindaskrivinum.
Tey siga, at tey eisini vilja varpa ljós á, hvussu náttúran kann hava ein lekjandi ávirkan á fólk, ið eru rakt av strongd ella angist.
Tú kanst lesa meir um Neysting á heimasíðuni www.neysting.com












