Júst sum í HM 1998 endaspælinum, so er órógv í franska havnabýnum, Marseille. Enn eina ferð er enskir hooligans íblandaðir, men tað er óvist júst hvør hevur skyldina av hvørjum.
Les eisini: Dómarin gjørdi ein feil
Altjóða miðlar skriva, at enskir og russiskir áskoðarar hava verið í hornatøkum, og at franska løgreglan legði uppí.
Teir skriva eisini, at seinni á degnum vóru lokalir óargaungar upp á spæl og tendraðu undir øðina á serliga ensku áskoðarunum.
Nokk ikki heilt óvæntað, so verður eisini upplýst at bæði enskir og russiskir áskoðarar høvdu drukkið allan dagin og vóru ávirkaðir, tá hendingin fór fram.
Ongland og Russland møtast í kvøld í Marseille.