Nakrir argentinskir fótbóltsleikarir vóru úti fyri einari óvanligari surrealistiskari hending á einum venjingarøki.
Tann seinasta minningarløta til tann deyða vinmannin. Tað var grundin, tá hálvthundrað argentiskir fótbólts fjepparir fyri fjúrtan døgum síðani avgjørdu at taka eitt lítið ting frá jarðarferðini. Teir tóku restir av deyða vinmanninum við til eina venjing hjá 3. liði hjá El Porvenir.
I fyrstini vóru spælararnir við uppá hugskotið, og steðgaðu venjingini fyri at minnast tann deyða fjepparan.
Ógvusligar avleiðingar.
So gekk nakað galið. Av tí at úrslitini vóru sera vánalig, byrjaðu teir syrgjandi fjeppararnir at rópa skemdarorð eftir spælarunum og ein størri bardagi spurdist burturúr. Millum annað bleiv ein 15 ára gamal spælari sligin niður við einum motorsúkkluhjálmi.
Meðan bardagin herjaði, fór ein lítil bólkur hooligans inn í umklæðingarrúmið og stjólu alt, ið hevði virði.
?Tað var ein løgin dagur. Allur bardagin og so líkið, sum bara lá har?, sigur Gustavo Valentini, ið er venjari hjá liðnum, við argentinsku sjónvarpsstøðina C5N.
Avleiðingarnar av hesari løgnu hending vóru tær, at ongi atgongumerkir til teirra dystir verða seld restina av árinum.









