Svenski landsliðsvenjarin í fótbólti, Lars Lagerback, fekk í nátt vitjan av illum monnum. Menninir lupu á húsini hjá Lagerback, tveittu steinar móti húsunum og brutu blómukassar. Okkurt vindeyga reyk eisini. Harafturat hongdu teir eitt skelti upp við orðunum Gevst, Lars. Svenska løgreglan kannar nú hendingina, men enn er eisini handtikin fyri herverkið. Svenski landsliðsvenjarin hevur verið undir trýsti eftir HM og eftir at Svøríki í farnu viku tapti 3-0 ímóti Týsklandi í venjingardysti.