Flestu okkara ferðast á støðum á jørðini, har umstøðurnar eru góðar.
Men, soleiðis er ikki við ævintýraranum, George Kourounis, sum hevur gjørt tað til sítt livibreyð at ferðast í heilt serligum og ógvusligum umhvørvi.
Hin 53 ára gamli var eitt nú hin fyrsti í heiminum at fara niður í brennandi holið í jørðini, rópt "Hurðin til helviti", í Turkmenistan.
Norska Dagbladet hevur skift orð við mannin um hansara serstøku áhugamál.
Hann sigur, at stórfingnað Naica-holan í Meksiko, sum er ein hola 300 metrar niðri í jørðini við veldugum krystallum, altíð fer at standa, sum tað mest ekstrema, hann hevur upplivað.
- Eg havi jagstrað melduródnir í 25 ár, havi staðið við ein lavasjógv, havi klintrað uppá ísfjøll í Ný Foundlandi og fjøll í Norður Korea, men holan í Meksiko er serstøk.
George Kourounis sigur, at krystalholan er heilt serstøk og gandakend. Hon líkist onkrum úr einum science fiction-filmi, sum hann tekur til.
Dagbladet heldur fyri, at tað er lætt at skilja, hvat ævintýrarin meinar við, tá hann sigur so.
Í krystalholuni eru súlur úr krystalli, sum eru fleiri enn 11 metrar langar, og her eru sera hvassir og óbríndir kantar og spískir steinar. Men, hetta er ikki tað mest vandamikla við holuni.
George Kourounis sigur, at tað vandamiklasta er hitin.
- Lufthitin niðri í holuni liggur um 50 stig, men við einari luftfuktigheit, sum er meira enn 90 prosent, kennast hesi 50 hitastigini sum meira enn 100 stig.
Maðurin, sum sjálvur var niðri í krystalholuni í Meksiko í 45 minuttir, sigur, at við ongari trygdarútgerð hevði eitt menniskja bert yvirlivað har niðri í nakrar minuttir.
##med2##
- Nógvi hitin ger, at tú ikki longur hugsar klárt, og hetta er ein nógv størri vandi enn møguleikin fyri, at tú dettur longur niður millum krystalsúlurnar ella sker teg av hvøssu krystallunum.
George Kourounis sigur, at krystalholan í Meksiko er líka so vandamikil, sum hon er vøkur.
Meira um samrøðuna við ævintýrarin kann lesast á www.dagbladet.no
Vit kunnu leggja aftrat, at George Kourounis, sum er føddur hin 22. mai í 1970, hevur røtur í Grikkalandi og Kanada, og hann hevur eitt nú umboðað sjónvarpssendirøðina, sum kallast Angry Planet.