Í Degi og viku mánakvøldið kom undan kavi, at ætlanin hjá landsstýrinum at veita rækjuvinnuni stuðul við afturbering av skatti er fyribils sett á síðulinjuna.
Uppskotið hjá landsstýrinum um skattaafturbering til rækjuflotan er beinleiðis í stríð við reglugerðirnar hjá altjóða handilsfelagskapurin, World Trade Organisation ella WTO, sum hevur greiðar ásetingar um, at tað er ikki loyvt at geva ávísum vinnum framíhjárætt.
Tá greiðar ásetingar eru í Stýrisskipanarlógini og Heimastýrislógini um, at føroysk lóggáva ikki skal stríða við altjóða lóggávu, hevur uttanlandsdeildin á Løgmansskrivstovuni boðað landsstýrinum frá, at uppskotið um stuðul til rækjuvinnuna ikki kann setast í verk í verandi líki.
Undarlig støða
Sambandsflokkurin hevur gingið á odda fyri at veita føroyska rækjuflotanum stuðul, og flokkurin eigur hugskotið um eina afturbering av skatti til rækjuvinnuna. Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og tinglimur Sambandsfloksins, Jóhan Dahl, situr fullkomiliga spyrjandi, eftir at hann hevur hoyrt niðurstøðuna hjá uttanlandsdeildini á Løgmansskrivstovuni.
?Hetta er ein ótrúliga undarlig støða. Vit hava í dag eina rúgvu av stuðulskipanum, sum geva ávísum vinnum ein framíhjárætt. Her hugsi eg um FAS skipanina hjá farmaflotanum, minstuløn hjá sjómonnum, fóður- og neytastuðul, flutningsstuðul til feskfiskaflotan. Vit vassa í líknandi stuðulsskipanum, sum ætlanin er at veita rækjuvinnuni, og tí er tað løgið, at rækjuvinnan verður revsað sum einasta vinna, heldur Jóhan Dahl.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vísir á, at tað er rættiliga margháttligt, at eingin í umsitingini hevur talað at, fyrr enn nú, tí uppskotið um stuðul til rækjuflotan er eldri enn eitt ára gamal, men kortini hevur hvørki orð ella ei verið at hoyrt um, at uppskotið er eitt brot á altjóða lóg.
?Tá vit vóru í andstøðu løgdu vit sama uppskot fram í løgtinginum, og tá varð uppskotið góðtikið á Løgtingsskrivstovuni, men nú er støðan brádliga ein onnur, sigur Jóhan Dahl
Kvotur í Barentshavinum
Tingmaður Sambandsfloksins slær fast, at Sambandsflokkurin ætlar ikki at sita hendur í favn, eftir niðurstøðuna hjá uttanlandsdeildini. Jóhan Dahl sigur, at Sambandsflokkurin fer at leggja nógv fyri at halda lyftið, sum rækjuvinnan hevur fingið frá landsstýrinum um eina hjálpandi hond komandi tvey árini.
?Vit fara at krevja av samgonguni, at hon finnur eina loysn. Eg dugi ikki í løtuni at siga ítøkiliga, hvat fyri loysn talan verður um, men tað verður ein loysn í málinum, sigur hann.
Jóhan Dahl vísir á møguleikan hjá rækjuvinnuni at fáa ein part av býtiskvotunum hjá fjarðfiskiflotanum í Barentshavinum.
?Ein partur av fjarfiskiflotanum í Barentshavinum fær síni veiðirættindi við hjálp av býtiskvotum, sum hava eitt virði á 500.000 krónur um árið. Rækjuvinnan hevur sjálv vunnið sær síni rættindi, men hon sleppur kortini ikki upp í part í Barentshavinum. Sjálvandi skal rækjuvinnan fáa ein part av býtiskvotunum í Barentshavinum, so hon við fleiri kvotum fær møguleika at klára seg komandi árini, heldur fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
Endurskoða skipanina
Jóhan Dahl metir eisini tað er av stórum týdningi, at vit fara at kanna allar stuðulsskipanirnar, tí tað ber snøgt sagt ikki til, at ávísar stuðulsskipanir verða mettar at verða ólógligar, meðan aðrar sleppa gjøgnum nálareyga.
?Eg meti hatta vera ein stóran trupulleika, og ein trupulleika sum skal loysast. Vit mugu alt fyri eitt kanna um verandi stuðulsskipanir eru í tráð við altjóða lóg ella ikki, heldur hann.
Citat:
Grein 55 í Stýriskipanarlógini.
Løgtingslóg, ella partur av løgtingslóg, hevur ikki gildi, um
a)hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, heimastýrið hevur gjørt við onnur lond,
b)hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, Danmørk hevur gjørt við onnur lond, og sum eisini fevnir um Føroyar.