Valfelag sambandsfloksins í Vágum skipar fyri almennum fundi á Hotel Vágum kl 20.00 tann 24-04-01. Á fundinum luttaka tveir av ungu limum Sambandsfloksins, Olav Enomoto og Eivind Jacobsen.
Teir hava saman við serkønum útgreinað avleiðingarnar av seinasta loysingaruppskoti landstýrisins. Teir eru komnir til ta niðurstøðu, at ætlanir landsstýrisins snøgt sagt ikki hongur saman. Próvtilfarið er millum annað heintað úr hvítu bók.
Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins verður bjóðað fram sum einasta gongda leið til frama fyri alt Føroya fólk.
Eisini verður løgtingsumboð floksins við á fundinum.