Fyrrverandi irakski varaforsetin Taha Yassin Ramadan varð tikin av døgum í nátt. Tann 69 ára gamli Taha Yassin Ramadan varð hongdur í einum fongsli í Bagdad.
Herfyri varð hann dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava medvirkað til, at 148 fólk vórðu myrd í bygdini Dujail í 1982. Seinni varð dómurin broyttur til deyðarevsing, hóast Ramadan noktaði seg sekan í ákæruni.
Ein talsmaður hjá iraksku myndugleikunum segði í morgun, at alt gekk, sum tað skuldi, tá fyrrverandi varaforsetin bleiv tikin av døgum.