Hongd út sum pervers svín á internetinum

Tvey fólk á Tvøroyri hava merkt á sínum egna kroppi, hvussu hættisligt tað kann verða at leggja upplýsingar um seg sjálvan vælumtóktar heimasíður á internetinum. Nú eru tey hongd út sum pervers svín á Facebook

- Hesum finna vit okkum ikki í og vit vilja verða reinsað.

Tonny Olsen og Frank Robertson á Tvøroyri føla seg bæði úthongd og misbrúkt á internetinum.

Og tey noyðast samstundis at ásanna, hvussu hættisligt tað kann vera at leggja upplýsingar um seg sjálvi á teimum ógvuliga væl dámdu sosialu internetsíðunum sum Facebook og øðrum líknandi heimasíðum, har fólk í milliónatali hittast og skriva um seg sjálvan-og onnur.

Og tey hava eisini merkt á egnum kroppi, hvussu hættisligt tað kann vera at lata onnur sleppa at læna telduna.

Tey bæði eru systkinabørn og nú eru tey úthongd á Facebook fyri at vera pervers svín í einum internet-misbrúki, sum fevnir um fleiri fólk.


Alment úthongd

Tonny Olsen sigur, at hon fekk ein skelk, tá ið systir hennara kom á arbeiðspláss hennara eftir henni og fortaldi henni, at bæði hon og Frank Robertson vóru alment skuldsett á internetinum fyri at hava sent ógvuliga ónærislig teldubrøv við grovum seksuellum og øðrum ómetaliga særandi og skendskum innihaldi til ávís onnur, sum eisini eru á Facebook.

Fyri at gera ilt verri, varð mynd av teimum løgd við skuldsetingunum fyri at ongin skuldi ivast í, hvønn talan var um.

Men hetta vilja Tonny Olsen og Frank Robertson onki kennast við og tey vilja verða reinsað.

Fyri at kunna samskifta á Facebook, skal mann vera skrásettir sum vinir.

- Men vit eru ikki vinir við tann, sum hevur fingið hesar ódámligu brøvini og tí kunnu vit heldur ikki hava sent tey, siga tey bæði.


Lænti telduna

Men tilburðurin er meldaður til løgregluna, sum kannar málið.

Og eftir, hvat tey hava fingið upplýst, eru hesi ódámligu brøvini sporað aftur til teldur hjá teimum.

Men tey tvíhalda um, at tey kenna onki til hetta.

Tað einasta, tey kunnu koma í tankar um, er, at tey hava lænt einum vinfólki telduna og tey vita, at hetta vinfólkið er vinur við tann, sum hevur fingið hesar ódámligu brøvini.

- Vit læntu telduna út tí vinfólkið greiddi frá, at teldan var brotin og vildi bara læna okkara teldu til okkurt smáttarí og tað eftirlíkaðu.

Síðani hevur sama vinfólk lænt telduna fleiri ferðir.

Tey hava illgruna um, at tað er soleiðis, at hesi ódámligu brøvini eru send frá teirra teldu.

- Sjálvandi eigur mann at vera varin við at læna øðrum telduna, men vit gjørdu tað í hesum føri, uttan at hugsa um tað, tí talan er um fólk, vit kenna væl og sum vit hava havt álit á, siga tey.

Tað hevur ikki eydnast teimum at fáa fatur á hesum vinfólkinum aftur, men nú vóna tey bara, at løgreglan kemur til botn í málinum, so at tey kunnu verða reinsað. 

Les eisini greinina: Misbrúkarar hava lætt spæl. 

Í blaðnum hava vit eisini fleiri aðrar greinar um sama evni og um vansar og trygd á Facebook og øðrum sosialum heimasíðum á internetinum