Dansurin á Bryggjuni í Vágsbotni gongur uppá sítt besta. Mannamúgvan er stór og tøtt og líkist í løtum mest einum dandandi buli.
Í einum horni situr ein maður við einum blokki í fanginum. Í hondini dansar blýanturin sín egna, títta dans upp og niður, aftur og fram, eitt sindur á skák og so umaftur.
Við bert fáum strikum á pappírinum er stóri bulurin av fólki vorðin til einstøk menniskju, hvørt við síni personligheit og søgu.
Søgur
- Eitt myndevni sigur altíð eina søgu á onkran hátt. Tað er ta søguna, eg royni at fortelja í mínum tekningum, sigur 60 ára gamli blaðteknarin, Claus Seidel, sum vitjaði í Føroyum herfyri.
Hóast løtan niðri í Vágsbotni hetta kvøldið fyri tey flestu ivaleyst bert var eitt stuttligt kvøld í býnum, gav tað Claus tilfar til nógvar ymiskar søgur. Glað fólk, dansandi pør, einsamøll menniskju, sum høvdu leitað sær til síðis o.s.fr.
Á sama hátt, tá Claus Seidel vitjaði Trónd Patursson í Kirkjubø. Úrslitið var ikki bara vanligar keiputekningar av manninum við stóra hárinum og villa skegginum. Heldur fáa vit varhugan av einum stillførum, hugsunarsamum listamanni, sum livir og andar fyri síni list.
Hóast Claus Seidel lýsir sín teknistíl sum naturalistiskan og veruleikanæran, ger tað ikki stílin minni eyðkendan.
- Mínar tekningar eru altíð at líkna við mítt persónliga fingramerki. Uttan mun til, hvussu veruleikanærar tær eru, so leggja tær altíð eitt nýtt lag yvir søguna, sigur Claus Seidel.
Teknarin spælir við
Av somu orsøk er hann sannførdur um, at ein blaðteknari er ein týðandi partur av eini góðari blaðredaktión.
- Felags fyri allar góðar blaðtekningar er, at tær taka støðu. Á tann hátt verða tær so at siga hondskriftin hjá avísini. Vit vita, at tað oftast eru nettup tekningarnar, sum geva lesaranum eina kenslu av, at hetta er hansara ávís, staðfestir Claus Seidel, sum sjálvur hevur arbeitt sum blaðteknari í mong ár.
Sum blaðteknari dámar honum serliga væl at gera illustratiónir til greinar. Men tá veldst eisini nógv um, hvørjum journalisti, hann arbeiðir saman við.
- Góðir journalistar duga at skapa eitt drama í teirra søgum, sum ger, at tú sum teknari fært hug at spæla við. Slíkar tekningar blíva eitt slag av viðmerking, sum geva lesararnum enn ein inngang til evnið, greiðir Claus Seidel frá.
Ongin kapping
Eitt gott dømi um stílin hjá Claus Seidel er hansara íkast til tær víðagitnu 12 tekningarnar av profetinum Muhammed í Jyllands Posten. Har hevði Claus valt at avmynda profetin sum ein heilt vanligan bónda, ið stendur á sínum bøi við síðuna av einum asna.
- Tað var ikki tí eg var bangin fyri avleiðingunum, at tekningin tykist heldur varislig. Tað er bara soleiðis, eg altíð havi ímyndað mær Muhammed, sigur Claus Seidel.
Í samrøðu her í blaðnum herfyri segði Claus Seidel, at hann ikki hevði aftrað seg við at tekna Muhammed umaftur, hóast alt rokið, ið stóðst av víðagitnu tekningunum í Jyllands Posten. Og fyri stuttum prógvaði hann síni orð, tá bókin Guder til alle kom út við enntá fleiri tekningum av Muhammed eftir Claus Seidel.
Sambært Claus Seidel, prógvaði Muhammed-kreppan millum nógv annað, hvussu ómetaliga sterkt eitt amboð ein blaðtekning kann vera. So at sjálvt um miðlarnir standa til at bresta av smartum myndum og teldugrafikki, so verða tað ikki myndir, sum taka lívið av blaðtekningini, er hann sannførdur um.
- Blaðtekningar fáa sjálvandi ikki staðið seg ímóti deyðadansinum hjá donsku avísunum. Men so leingi bløð og greinar eru til, verða blaðtekningar tað eisini, sigur Claus Seidel.
Fakta
Claus Seidel, føddur í 1946
Hevur teknað síðani 1966
Formaður í felagnum Danskir Blaðteknarar
Var ein av teimum 12 teknararnum, ið teknaðu profetin Muhammed í JyllandsPosten
Fekk BG virðslønina fyri ársins blaðtekning í 1991
Fekk Brygger Jacobsens Minnislegat, ”Tegnestiften”, í 1996
Tekningar hjá Claus seidel eru at síggja m.a. á:
Lincoln Center for the Performing Arts, New York
Brecht Museum í Berlin
Savninum fyri Danskar Blaðtekningar, Kongaliga Bibliotekinum í Keypmannahavn, Teatersavninum í Keypmannahavn og Snapsatinginum á Christiansborg