40 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd móti varafútanum, er fyribils varðhaldsfongslaður í fýra vikur Føroya rættur avgjørdi í dag at varðhaldsfongsla 40 ára gamla mannin, sum í gjár var handtikin eftir at hava stungið fútan, í fýra vikur.
Maðurin skal eisini mentalkannast.
Tann skuldseti maðurin segði, at hann í fleiri dagar hevði gingið við knívi uppi á sær fyri at stinga varafútan. Hann ætlaði ikki at drepa, men hetta var hansara seinasta roynd at gera vart við seg, tí hann vildi sleppa at melda Almannastovuna.










