Hondbólturin út í heim

Hondbóltssambandið fer nú at melda eitt U20-landslið hjá monnum  til EM undankappingina, og eitt U23-landslið hjá kvinnum til Challenge Trophy-kappingina. Tað boðar Hondbóltssamband Føroya frá í kvøld.

Hjá monnunum verður kappingin fyrst í apríl mánaði næsta ár, og ætlanin er at manna liðið við spælarum frá liðnum, sum í Göteborg í summar stóð seg so væl í U19 European Open-kappingini, at Føroyar blivu nummar 16 av 22 londum. Eitt nú endaðu føroysku dreingirnir framman fyri lond sum Italia, Belgia og Finnland.

Avtala er gjørd við Kára Nielsen, Birgir Hansen, Boga Henriksen og Jákup Durhuus um, at teir skulu taka sær liðnum til komandi EM undankapping. Lutakastið til kappingina verður týsmorgunin 22. oktober klokkan 10, føroyska tíð.

Hinvegin er ikki enn greitt, hvørji lond verða við í Challenge Trophy-kappingini hjá U23-kvinnunum, sum verður spæld síðst í mars mánaði næsta ár. Har gekst annars væl, seinast Føroyar vóru við, tí kvinnurnar komu tá í finaluna ímóti Bulgaria, men taptu.