Kristian Johansen, starvsnevndarformaður í HSF og Allan Skaalum, sølu- marknaðarstjóri hjá Atlantic Airways, skrivaðu fyrrapartin í dag undir eina 2-ára samstarvsavtalu um føroysku landsliðini, herundir A-landsliðini og ungdómslandsliðini.
Síðani 2004 hevur besta mansdeildin í hondbólti verið nevnd Atlantic Airways deildin. Allan Skaalum sigur, at tey í Atlantic Airways hava verið glað fyri samstarvið, men at tey nú fegin vilja vera við, tá HSF er farið undir eitt somikð gott og miðvíst landsliðsarbeiði. Kristian Johansen fegnast eisini um avtaluna og sigur, at tað hevur sera stóran týdning at hava góðar samstarvsfelagar í rygginum, sum kunnu vera við til at tryggja góðu gongdina framyvir.