Tey flestu av okkum, sum hava eitt sindur av hondbóltsvitan, vita óivað, at harpiksið, ið verður koyrt á vanliga hondbóltin, ger sítt tíl, at ítrótturin verður lættari at íðka.
Um tað stendur til forsetan í altjóða hondbóltssambandinum, Hassan Moustafa, so verður ikki neyðugt at koyra harpiks á framtíðar bóltar og hondbóltshendur. Egyptiski forsetin hevur nevniliga fingið japanska bóltframleiðsluvirkið, Molten, at seta skjøtul á roynd at gera ein hondbólt, ið sjálvur klebrar seg á hendurnar, meðan dystur verður spældur. Hetta skrivar danska TV2.
Altjóða hondbóltssambandið, IHF, hevur nýliga hava ráðstevnu í Russlandi, har ein av hesum royndarbóltunum varð frumsýndur. Tað eru tó summir trupulleikar við hesum bólti, ið gera, at hann sum nú er ikki kann brúkast til veruligan hondbólt.
- Bólturin steðgar við at vera sjálvklebrandi, tá ið hann kemur í samband við vætu. Hetta er ein sjálvsagdur trupulleiki, tí at sveitti er ein treytaleysur partur av hondbólti. Tað er okkara greiða mál, at bólturin kann nýtast uttan, at nakrir trupulleikar standa seg upp av honum, sigur eigarin hjá Molten, Kiyo Tamiaki, við heimasíðuna hjá IHF.
Tað er eitt av hjartamálunum hjá Hassan Moustafa at menna hondbóltsítróttina. Millum annað er hann siteraður fyri at hava sagt, at ,,hondbóltur er ein diamantur, ið má snøggast fyri at blíva framúrskarandi".