Hondbóltur í Vestmanna til tann ljósa morgun

Í allan dag og í alla nátt er nógvur hondbóltur í høllini í Vestmanna, tá VÍF skipar fyri Night Cup 2015

Í allan dag og í alla nátt er nógvur hondbóltur í høllini í Vestmanna, tá VÍF skipar fyri Night Cup 2015

 

Tað er ungdómurin, sum er í hásæti í Vestmanna í dag og í nátt, tá VÍF aftu skipar fyri vælumtóktu kappingini millum ungar hondhóltsleikarar úr øllum landinum í Vestmanna í heystfrítíðini.

 

Kappingin byrjar í morgun klokkan 10 við teimum yngstu, U10 gentur og dreingir.

 

Úr Vestmanna siga tey, at dømingin undir kappingini verður framd av leikarum frá Hvonn & FTZ deildini hjá VÍF. Vinnandi liðini frá heiðursmerkir og steyp til ognar.

 

Stuttligar felagsmyndir verðar tiknar av hvørjum einstøkum liðið og Raski hjá VÍF verður í høllini, so ein góður stemningur verður undir kappingini.

 

– VÍF ungdómsdeildin gleðir seg at síggja tykkum til enn eina kapping, har vit vóna at vinarbond verða skapt og góður ítróttarandi verður vístur.

 

– Vit hava karmarnar, og tit hava møguleikan at fylla teir við ítróttargleði, heilsa tey úr VÍF.