Hondbóltur: Franski HM-hópurin er úttikin

Frakland spælir fyrsta innleiðandi dystin móti vertunum, Pólandi 11. januar

HM í fótbólti er ikki meir enn farið afturum, og so er búgvið at gera klárt til HM í hondbólti, ið verður í Pólandi og Svøríki, dagarnar millum 11. januar og 29. januar.

 

Verandi olympisku meistararnir, Frakland hava kunngjørt HM-hópin. Góði gamli Nikola Karabatic tekur enn eitt tørn við franska landsliðnum.

 

Í fyrsta innleiðandi dystinum spælir Frakland móti pólsku vertunum. 

 

Málverjar:

Charles Bolzinger (MHB)

Rémi Desbonnet (MHB)

Vincent Gérard (SRVHB)

 

Vinstru vengur:

Mathieu Grébille (PSG)

Dylan Nahi (Kielce)

 

Vinstru bakkar:

Thibaut Briet (Nantes)

Nikola Karabatic (PSG)

Romain Lagarde (Aix)

Elohim Prandi (PSG)

 

Spælskiparar:

Kentin Mahé (Veszprèm)

Nedim Remili (Kielce)

Kyllian Villeminot (MHB)

 

Strikuleikarar:

Ludovic Fabregas (Barcelona)

Luka Karabatic (PSG)

Nicolas Tournat (Kielce)

 

Høgru bakkar:

Dika Mem (Barcelona)

Melvyn Richardson (Barcelona)

 

Høgru vengur:

Benoit Kounkoud (Kielce)

Yannis Lenne (MHB)

Valentin Porte (MHB)