Hondbóltur: Danmark er víðari í HM hálvfinalu

Donsku hondbóltskvinnurnar vunnu í kvøld á Brasila í eini spennandi fjórðingsfinalu

 

Donsku hondbóltskvinnurnar kundu fegnast eftir at hava vunnið á Brasilia. - Myndir: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danska kvinnulandsliðið í hondbólti er fyri fyrstu ferð í átta ár komið í hálvfinaluna í HM endaspæli.

Atgongumerkið til heiðursmerkjadystirnar fekk liðið við einum sigri upp á 30-25 í eini spennandi fjórðingsfinalu ímóti Brasilia, har donsku spælararnir máttu stríðast hart fyri sigrinum.

Breiddin og styrkin var avgerandi í síðsta korterinum, tá suðuramerikanararnir stigvíst drógu frá.

Liðið hjá Jesper Jensen skal nú dystast ímóti Frankaríki ella Svøríki í hálvfinaluni fríggjadagin.

 

##med8##

Hóast lutvíst tryggar sigrar var dysturin í kvøld tann higartil størsta avbjóðingin í kappingini.

Verjan skuldi skuldi fyri einaferð skuld nýta tað mesta av einum hálvleiki fyri at lesa av mótstøðuliðið.

 

##med2##

Bruna de Paula var trupul hjá teimum at hava við at gera, og 34 ára gamla Ana Paula Rodrigues megnaði væl at gera fleiri sera góðar avleveringar.

Tí høvdu suðuramerikonsku kvinnurnar ikki stórar trupulleikar við at spæla seg til møguleikar, og tað var ørkymlandi, at Anne Mette Hansen fekk tvær útvísingar.

Men í málinum stóð Sandra Toft væl og var høvuðsorsøkin til, at Danmark kundi fara til hálvleiks framman fyri 14-13.

Danmark søplaði burtur tvær ferðir eina trímálsleiðslu. Um tað vóru nervar ella tann serligi brasilski stílurin, sum órógvaði spælararnar, skal vera ósagt. Men bæði Kristina Jørgensen og Line Haugsted gjørdu tekniskar feilir í ópassandi støðum.

 

##med3##

Kortini merktiskt, at donsku spælararnir høvdu loysnir til at opna brasilsku verjuna. Tað var bara ein spurningur um eitt sindur meira neyvleika í avleveringum.

Tað merktist, at venjarin hesaferð helst fast við hálvføroysku Lærke Nolsøe á vinstra veingi eftir steðgin.

 

##med7##

Lærke Nolsøe hevði skorað fýra ferðir upp á fýra royndir í fyrra hálvleiki, og so mátti varakvinnan Emma Friis verða sitandi á beinkinum.

Men tað var serliga Anne Mette Hansen, sum fekk gongd á danska álopið í minuttinum eftir steðgin. Hon stríddist í brasilsku verjuni, sum hevði stórar trupulleikar at steðga Györ-spælaranum.

 

##med4##

Tað var kortini eitt seiglívað brasilskt lið, sum danir høvdu við at gera.

Sjálvt um álopsspælið hjá Brasilia var meira merkt av avrikin hjá einstøkum spælarum, so vóru tær við í dystinum í trý korter.

 

##med5##

Móti endanum mistu tær megi. Átta minuttir fyri leiklok legði Trine Østergaard Danmark fyri fyrstu ferð fimm mál á odda til 27-22.

##med6##

Harfrá kom Brasilia ongantíð í nærnámind einum sigri. Sandra Toft endaði ógvuliga hóskandi við bjarging, og so kundu liðfelagar hennara bara lata tíðina ganga.

/ritzau/

##med9##

 

##med10##

 

Donsku hondbóltskvinnurnar kundu fegnast eftir at hava vunnið á Brasilia. - Myndir: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix