Hondbóltur alla náttina

Aftur í ár skipar VÍF fyri Night Cup fyri yngru hondbóltsspælararnar.

Aftur í ár skipar VÍF fyri árligu Night Cup kappingini. Hetta er ein hondbóltskapping fyri yngru spælararnar. Tiltakið verður 16. og 17. oktobur í høllini í Vestmanna.

 

 

- Henda kapping samlar fleiri 100 børn runt um landi til gaman og álvara innan hesa ítróttargrein. Nýggj vinarbond verða skapt og hondbóltur undir fantastiskum rammum í eitt heilt samdøgur í Heystfrítíðuni, siga fyrireikararnir.

 

Kappingin er skipað soleiðis, at avgerandi dystirnir verða spældir á miðjari nátt, og hóast tað mangan er strævið, tá klokkan líður nakað nógv, so hevur hetta ikki nervað sveittandi spælararnar, sum soleiðis eisini hava fingið sær eina heldur øðrvísi hondbóltsuppliving.