Hondbóltur á Havnargøtum

Í dag er gøtuhondbóltur á Vaglinum

Fyri løtu síðani byrjaði serstaka hondbóltstiltakið Streethandball á Vaglinum í Havn.

 

Tað er kendi danski landsliðsspælarin í hondbólti, Lasse Boesen,  hevur verið við til at ment konseptið at spæla hondbólt úti á gøtuni.

 

- Gøtuhondbóltur snýr seg um menning av børnunum gjøgnum spæl og stuttleika, har kappingarelementið ikki er við, sigur Lasse Boesen, sum er komin til Føroya at kunna um gøtuhondbólt.

 

Fleiri børn og ung hava leitað sær oman á Vaglið, har fleiri smærri mál eru sett upp. Eitt nú úti á sjálvari gongugøtuni og í Gamla Kommunuskúlagarðinum.

 

Hoyr Lasse Boesen og Morten Hust Petersen greiða frá gøtuhondbólti við at trýsta á pílin undir myndini.