Hondbóltur á Havnar gøtum

9. september verður skipað fyri tiltaki í gøtuhondbólti í Havn. Tveir dagar seinni verður skipað fyri skeiðið í gøtuhondbólti – street handball.

Á heimasíðu sínari skrivar HSF, at endamálið við skeiðnum er at kunna um og royna møguleikarnar við gøtuhondbólti.

Meginhugsjónin við gøtuhondbólti er at eggja børnum og vaksnum til at íðka ítrótt uttan mun til førleikar og umstøður. Gøtuhondbóltur snýr seg um spæl, rørslu og um at stuttleika sær – tað snýr seg ikki um kapping ella um at vinna ella tapa.

Til ber at lesa meira um skeiðið á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum, www.hsf.fo.