Í kvøld og í dag leiktu níggju HM-luttakaralond venjingardystir undan HM-endaspælinum í manshondbólti, ið byrjar komandi mikukvøld.
Noreg endaði sínar fyrireikingar væl við einum 43-26 (27-12) stórsigri á USA.
Her eru úrslitini frá venjingardystunum í dag:
Noreg-USA 43-26 (27-12)
Týskland-Ísland 33-31 (19-14)
Japan-Kap Verde 31-19 (16-9)
Portugal-Brasil 31-28 (16-12)
Slovakia-Chile 40-29 (16-17)
Kroatia-Ísrael 37-23 (20-10)
Ísrael, Japan og Slovakia taka ikki lut í HM-endaspælinum í Svøríki og í Pólandi, ið verður í døgunum millum 11. og 29. januar.