Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini var seinnapartin í dag millum Róa Berg Hansen og liðfelagarnar í HØJ, og Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnar í Tønder.
Undan dagsins dysti lá HØJ á øðrum plássi við 28 stigum og Tønder lá á fjórðaftasta plássi við 14 stigum. HØJ var tí greiður favorittar í dag.
Men tað Tønder sum fór við báðum stigunum. Sigursmálið til 30-29 Thomas Clausen fyri Tønder tá bert seks sekund vóru eftir. Sigurin kom á eitt sera turt stað hjá Tønder, ið hevur tapt fleiri dystir við bert einum og tveimum málum seinastu tíðina.
Í steðginum var Tønder á odda 17-14.
Rói Berg Hansen var millum toppskjúttarnar hjá HØJ við fýra málum.
Teis Horn Rasmussen, ið skiftir til norska liðið, Follo komandi kappingarár skoraði í dag tvey mál fyri Tønder.
Komandi fríggjakvøld tekur Tønder móti HEI Skæring á heimavølli. HØJ spælir útidyst móti Otterup komandi leygardag.
Støðan:
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | HC Midtjylland | 18 | 33 |
| 2 | Team Sydhavsøerne | 20 | 29 |
| 3 | HØJ | 19 | 28 |
| 4 | Grindsted GIF | 19 | 26 |
| 5 | IK Skovbakken | 19 | 21 |
| 6 | Ajax | 20 | 19 |
| 7 | Otterup HK | 20 | 18 |
| 8 | TM Tønder | 20 | 16 |
| 9 | Odder | 18 | 16 |
| 10 | HEI Skæring | 19 | 16 |
| 11 | Vendsyssel | 19 | 13 |
| 12 | Roskilde | 19 | 13 |
| 13 | FIF | 20 | 13 |
| 14 | HC Odense | 18 | 7 |











