Annika Fríðheim Petersen, Natasja Hammer og liðfelagarnir í Hauki tóku í dag ímóti Stjørnuni á heimavølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Tað endaði við, at Stjarnan vann 28-22. Í fyrra hálvleiki vóru Haukar betri við, og vóru tær bert aftanfyri 12-13 í steðginum.
Natasja Hammer skoraði tvey mál fyri Haukar í dag. Annika Fríðheim Petersen hevur hagfrøðisliga triðflest bjargingar í bestu íslendsku hondbóltsdeildini við 34,3 prosentum.
Komandi mikukvøld spæla Haukar á útivølli móti Afturelding.
Liðið hjá Ingibjørg Olsen, ÍBV vann 26-24 á Fram á útivølli í dag. Serliga í fyrra hálvleiki lá væl fyri hjá ÍBV, ið var á odda 17-12 í steðginum.
Komandi mikukvøld tekur ÍBV móti Vali á heimavølli.
Støðan:
| Lið: | Dystir | Málmunur | Stig |
| Fram | 13 | 357:308 | 21 |
| Valur | 11 | 303:245 | 16 |
| KA/Þór | 11 | 299:287 | 13 |
| Haukar | 12 | 329:319 | 13 |
| ÍBV | 11 | 302:284 | 12 |
| Stjarnan | 12 | 305:315 | 10 |
| HK | 11 | 258:279 | 9 |
| Afturelding | 13 | 288:404 | 0 |











