Hondbóltsútisetar: Gongur einki hjá Róki og liðfeløgunum

HC Odense hevur tapt sjey av teimum seinastu átta dystunum

Rókur Akralíð skoraði eitt mál tá hann og liðfelagarnir í HC Odense tóku móti Otterup á heimavølli ígjár.

Tað gjørdist talan um enn eitt tap til Odense, hesaferð 26-29.

 

Í steðginum var Otterup á odda 16-12.

 

HC Odense er aftast í næstbestu donsku hondbóltsdeildini við bert sjey stigum fyri 16 dystir. Tó eru bert trý stig upp til 11. plássið, ið gevur rætt til at spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr triðbestu deildini.

 

HC Odense hevur tapt sjey av teimum seinastu átta dystunum.

 

Komandi fríggjakvøld spælir HC Odense móti HEI Skæring á útivølli.