Nú er kappingarskipanin fyri hondbóltin komin í sølubúðirnar. Í skipanini, sum er í snøggari lummastødd eru upplýsingar um kappingina í vetur. Yvirlit er yvir allar dystir, dómarapør og leiðarar í feløgunum.
Eisini eru umfatandi hagtøl um meistarar og landsdystir við.
Skipanin, sum er eitt must hjá øllum sum fylgja við í hondbóltinum, fæst til keyps kring alt landið.









